Stuðla teimum palestinsku sjálvmorðsbumbumonnunum

Ein talsmaður fyri indonesiska felagsskapin Nahdlatul Ulama segði í gjár, at felagsskapurin stuðlar av fullum huga teimum pale-stinsku sjálvmorðsbumbumonnunum, sum hava søkt at ísraelskum málum.
Boðskapurin varð kunngjørdur á ársfundinum hjá felagsskapinum, sum sambært indonesisku myndug-leikunum umboðar umleið 40 milliónir indonesar.
- Islam bannar sjálvmorði, er orsøkin ikki nóg góð, og sjálvmorðsbumbur er avgjørt tann seinasta loysnin. Men tá um ræður at berjast fyri sannleikanum ella átrúnaðarligum sjónar-miðum, kann tað góðtakast, stóð í boðunum hjá muslimska felagsskapinum.
Indonesisku myndugleikarnir siga, at víðgongdir muslimskir felagsskapir í landinum hava ofta tikið undir við teimum pale-stinsku sjálvmorðsbumbu-monnunum, men hetta er fyrstu ferð, at ein hóvligur felagsskapur sum Nahdlatul Ulama hevur tikið somu støðu.
Næstan 85 prosent av teimum 210 milliónunum, sum búgva í Indonesia, eru muslimar.