Stuðla skúla í India

Ein av teimum verkætlanum, sum fær hjálp frá skótahjálpini 2006 er ein skúli á einum barnaheimi í India, sum Lisbeth Mortensen úr Havn skal vera við til at stovna


Listakvinnan Lisbeth Mortensen úr Havn skal vera við til at stovna ein skúla á gentuheiminum Santibari í indisku bygdini Ramburhat. Ein triðingur av teimum pengunum, sum skótar í Føroyum savna inn í skótahjálpini 2006 fara til hesa verkætlan.
- Frammanundan er bert ein skúli í bygdini. Har ganga umleið 700 børn og har eru bara tríggir lærarar, sigur Lisbeth Mortensen.
- Børn úr umleið 40 smábygdum ganga á hesum skúlanum, og fleiri av teimum noyðast at ganga ímillum 2 og 4 tímar fyri at koma í skúla. Tað er heilt vanligt í India, at børn noyðast at ganga so langt fyri at koma í skúla, greiðir hon frá.
Skúlin, sum Lisbeth verður við at seta á stovn, skal byrja í hølum hjá barnaheiminum, men tey vóna við tíðini at fáa ráð til at byggja ein nýggjan skúlabygning. At byrja við verður skúlin fyri umleið 50-100 børn í 1. og 2. flokki.
Skúlin verður bæði fyri tær genturnar, sum búgva á barnaheiminum og fyri onnur børn, sum búgva í bygdini.
- Vanliga hava foreldur ikki ráð til at lata meir eitt barn ganga í skúla, tí tey noyðast sjálvi at gjalda fyri skúlagongdina. Men tey, ið koma at ganga á hesum skúlanum skulu ikki gjalda nakað, greiðir Lisbeth frá.
 
Eitt kall
Áhugan fyri India fekk Lisbeth, tí hon hevur verið faddur hjá tveimum gentum ígjøgnum International Børnehjælp, har hon hevur stuðla teimum við pengum til skúlagongd, mat og klæðir. Í januar í 2004 fór Lisbeth til India at vitja hesar genturnar. Tá kom áhugin fyri India á fyrsta sinni, og hon vildi fegin hjálpa hesum børnunum.
- Eg føli, at tað er hetta, eg skal gera. Eg føli at eg kann gera nakað fyri at hjálpa teimum. Man kann næstan siga, at tað er eitt kall, greiðir Lisbeth frá.
- Eg havi serliga ilt av, at hesi børnini ikki sleppa at ganga í skúla, tí uttan nakra skúlagongd, so koma tey aldrin víðari.
Fyri einum ári síðan fór Lisbeth til Suðurindia og var har í fimm mánaðir. Hon hevði fingið stuðul frá International Børnehjælp, og nýtti pengarnar til at gera eitt venjingarrúm á einum barnaheimi fyri menningartarnaðum børnum.
Á hesi ferðini var hon eisini ein túr har norðuri í landinum, millum annað vitjaði hon á Santibari barnaheiminum. Leiðarin á barnaheiminum greiddi frá ynskinum at fáa ein skúla, og tey avgjørdu saman, at seta ein skúla á stovn.
 
Byrja beinanvegin
Pengarnir, ið koma inn við skótahjálpini, skulu brúkast til at innrætta og mála skúlahølini fyri. Harafturat skulu innbúgv, bøkur, skúlauniformar og viftur undir loftið keypast.
Tríggir lærarar skulu vera á skúlanum. Ein læraraløn í India er millum 150 – 250 kr. um mánaðin, og næsta uppgávan hjá Lisbeth verður at finna pengar til teirra lønir.
- Eg skal skaffa 1000 kr. um mánaðin framyvir. Av teimum pengunum fáa lærararnir 250 kr. hvør. Børnini fara at fáa mat á skúlanum, og tær síðstu 250 krónurnar eru nóg mikið til at keypa mat til øll børnini í ein heilan mánað.
Ætlandi fer arbeiði við skúlanum, í gongd so skjótt sum skótahjálpin er liðug. Lisbeth Mortensen fer til India fyrst í komandi ári, og ætlar at vera har í tveir ella tríggjar mánaðir. Har skal hon fylgja við hvussu arbeiði gongur og skal vera við til at keypa inn og til at innrætta og mála hølini.
- Eg fari at mála barnamálningar á veggirnar, tað er rættiliga óvanligt í India, tí har eru tey bara von við hvíttmálaðar veggir, greiðir Lisbeth frá.