Stuðla hægstbjóðandi

Tjóðveldi velur ikki síðu framman undan, men teir eru til reiðar at stuðla tí bólkinum, sum uppfyllir krøv teirra um rættindi føroyingaum egna grundlóg Tjóðveldi legði í morgun fram valskrá sína í sambandi við fólkatingsvalið.

Flokkurin nýtti høvið til at vísa á tey úrslit, sum umboð floksins hevur megnað at skapt hesi seinastu seks árini. Fólkatingsumboð floksins hevur verið ógvuliga sjónligt hesi árini, og tað hevur skapt virðíng fyri flokki eins væl og umboði, varð sagt.

Annars er flokkurin til reiðar at stuðla einari danskari stjórn um so er, at teir verða tungan á vágskálini. Krøvini frá Tjóðveldinum eru greið: Føroyskur sjálvsavgerðarrættur skal fráboðast Sameindum Tjóðum, rættur føroyinga at seta egna grundlóg í gildi skal virðast, og rættur føroyinga til javnbjóðis samráðingar um framtíðarstøðu Føroya skal virðast.

Flokkurin hevur fimm høvuðspunkt í valskrá síni, fyrsta er tað omanfyri nevnda og hini fýra umfata samstarv, samleika, ábyrgd og frælsi og umhvørvi.

Flokkurin hevur stillað níggju kvinur og níggju menn upp til fólkatingsvalið komandi týsdag.