SANDUR
Brandur Sandoy, sum er borgarstjóri í Sands kommunu, var í fleiri ár formaður í B71. Hann kennur tí felagið innanífrá og veit, hvat tað merkir og kostar at reka eitt felag, sum eisini hevur lið í bestu deildini í fótbólti.
Hann sigur, at Sands kommuna í fleiri ár hevur stuðlað B71 fíggjarliga, tó at raksturin av kommununi hevur verið og er í tungum sjógvi.
Av fullum huga
- Vit stuðla ítróttarfelagnum eftir førimuni og av fullum huga. Her er eingin slingur í valsinum. Tá felagið fylti 40 ár fyrst í hesum árinum, lótu vit teimum føðingardagsgávu á 40.000 krónur og hava síðan latið teimum 100.000 krónur aftrat.
Brandur Sandoy heldur soleiðis, at Sands kommuna man hava stuðlað B71 við millum 80.000 og 180.000 krónum um árið í nógv ár.
- Eg veit, at eystankommunurnar eftir førimuni eisini hava stuðlað felagnum væl, leggur hann aftrat.
Vøllurin ov harður
Borgarstjórin í Sands kommunu sigur seg vóna, at tað fer at eydnast at fáa nýtt graslíki á fótbóltsvøllin og annars at fremja tær ábøtur, sum eru neyðugar.
- Eitt er, at graslíki er illa farið og má skiftast. Annað er, at vøllurin er ov harður, og hetta gongur út yvir kroppin hjá teimum, sum íðka fótbólt, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri.