Stuðla børnum sum hava mist

Lions Club Liljan, ið er kvinnubólkurin hjá Lions, skipar fyri einum tiltaki, har endamálið er at savna pening til vælgerandi endamál fyri børn. Tiltakið verður 2. desember, sama dag sum Lions Club Tórshavn hevur sítt góða afturvendandi tiltak í plantasjuni.

- Vit fara eitt nú at hava eina framsýning við málningum, sum forskúlabørn í Tórshavnar kommunu hava málað. Vættrar koma á gátt, og eitt barnakór fer at syngja nakrar jólasangir. Kaffi og køkur verða eisini at fáa.

Lions Club Liljan sigur, at tiltakið er ókeypis og inntøkan, sum kemur burtur úr tiltakinum, kemur frá ymiskum fyritøkum, ið hava játtað at stuðlað tiltakinum, sum verður í Miðstovninum í Gundadali sunnudag 2 desember frá klokkan 15-18.

- Vit hava hesuferð valt at stuðlað “Beranum”, ið er felag fyri børn, sum hava mist ein av sínum nærmastu, sigur Anna Olsen vegna Lions Club Liljan.