Strúkikvartett í Dómkirkjuni

Dómkirkjan verður mikukvøldið karmur um eina stutta konsert við strúkikvartett.

 

Dómkirkjan verður mikukvøldið karmur um eina stutta konsert við strúkikvartett.

 

Mikudagin 4. Desember 2013 kl 17 fara tey fýra Sámal Petersen og Jona Jacobsen á violin, Angelika Nielsen á viola og Tóri Restorff Jacobsen á cello, at spæla í Dómkirkjuni í Havn.

 

Spæld verða verk eftir Kára Bæk og Joseph Haydn. Dómkirkjan er javnan karmur um tónleikatiltøk.