Strúkarar, poppur og poesi

– við Lenu á ársins longsta degi

Lagt er upp til forkunnuga løtu, tá Lena Anderssen sunnukvøldið 21. juni trínur á pall til fyrstu konsertina undir egnum navni á Reinsarínum í Havn. Føroyska songkvinnan, sum er á gáttini við nýggjari fløgu, hevur sjey tónleikarar aftrat sær. Umframt Niclas Johannesen á guitar, Finnur Hansen á klaver og Jóhannus á Rógvu Joensen á bass er tað mest forkunnuga helst, at ein strúkikvartett verður við. Tey, ið manna kvartettina eru Sámal Petersen, Jona Jacobsen, Angelika Nielsen og Tóri Restorff Jacobsen, sum øll eru fastur partur av Føroya Symfoniorkestri.

 

– Vit fara við hesi konsertini at leggja dent á tað akkustiska og harmoniska í okkara tónleiki. Ongar trummur eru, men kortini vera onkrar elektriskar løtur og tað verður bæði inniligt og temporíkt á Reinsarínum á ársins longsta degi, sigur Lena Anderssen.

 

Lena leggur aftrat, at strúki arrangement eru gjørd til fleir hennara løgum gjøgnum árini – teirra millum løg sum Stones In My Pocket, Let Your Scars Dance, Left With Myself, Waltz Me To The Wedding og Seasons Will Change – men at tað sjáldan er høvi at framføra løgini í slíkum búna. Hetta verður einasta framførslan av slíkum slag hjá Lenu á hesum sinni.