Strongd økir um sjúkuvandar

Tú kanst verða við til at fyribyrgja sjúkum, sum standast av strongd, um tú kennir sjúkueyðkennini.
Vanlig eyðkenni fyri strongd eru svøvntrupulleikar, troyttleiki, vantandi konsentratión og vantandi minni. Tú gerst skjótt irriterað/-ur og ert í ringum lag. Onnur eyðkenni eru ótti og broyttir drykkju-og etivanar.
Hesi eyðkenni kunnu øll uppliva í styttri ella longri tíðarskeið, men munur er strongd, ið varar stutt - og strongd, ið varar leingi.