MENTAN
Innihaldið í fyrsta Stroki & Snirri eftir summarsteðgin er sera fjølbroytt. Í hvørjum Stroki eru nakrar síður um okkurt serligt evni, har prátað verður við fakfólk og ung. Hesuferð snýr tað seg um tenn og tannrøkt. Tíðindafróði sigur tíðindi úr øllum heraðshornum, og afturvendandi eru forvitnisligar frásagnir úr søguni, Blits - súrt og søtt um tey kendu, uppgávusíður, gaman, teknisøgur, krossorðagáta o.m.a.
Í Snirri sigur Tíðindafróði tíðindi, Gløggi Blobb greiðir frá ymiskum vísindaligum, hesuferð um kúlupennin, har eru søgur, teknisøgur, úr bíbliusøguni, fleiri uppgávusíður o.m.a. Í fleiri førum ber til at senda loysnir inn og sostatt vera við í lutakasti um at vinna fløgur, ymiskar bøkur o.a.
Aftur í ár verður skipað fyri haldarakapping við stórum vinningi. Hesuferð er tað ein foto-myndakapping, og høvuðsvinningurin eri eitt digitalt Olympus Camedia C-you myndatól á jólum, og aftur komandi summar. Umframt hesar vinningar eru fløga og einnýtis-myndatól at vinna í hvørjum blaði.
Nú eru trý ár síðan , at 47 ára gamla Barnablaðið varð hamskift. Blaðstjórnin setti sær fyri at gera blaðið meiri nútíðarhóskandi, og fyrsta kravið var tá, at tað skuldi vera í litum, alt sum tað var. Síðan skuldi tað býtast sundur soleiðis, at tað skilliga vendi sær bæði til teir yngru og eldru børnini. Hetta varð gjørt við at gera blaðið sum tvey bløð í einum við hvør sínum heiti: Snirr til tey yngru, og Strok til tey eldru. Byrjar tú úr øðrum endanum, eitur blaðið t.d. Strok, men tá ið tú ert komin á opnuna í miðjuni, mást tú venda blaðnum á høvdið, og byrjar tú aftur fremst, er blaðið Snirr. Á opnuni í miðjuni er ynskimyndin, sum øll kunnu ynskja sær. Í fyrsta blaðnum hesuferð er mynd av Snabba Snabbason, sum Jóannes Lamhauge teknar, og í tí næsta blaðnum verður tað sangbólkurin Limp Bizkit. Hesar myndir hava lesararnir sjálvir valt. Blaðið verður nú prentað á glittað pappír, so litirnir koma rættiliga til sín rætt.
Blaðið, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út, kemur út 8 ferðir í skúlaárinum, tað er 40 bls. í litum. Tey flestu tekna seg sum haldarar í skúlunum, og tá er haldaragjaldið kr. 120 fyri alt skúlaárið. Tað ber eisini til at fáa blaðið sendandi við postinum.
Í blaðstjórnini eru Niels Jákup Thomsen, blaðstj., Beinta Johannessen, Jonna Olsen og Eyðna Magnussen.