Striptease endar í skøkjulevnaði

Kvinnusamskipan Føroya heitir á løgting og landsstýri um at banna striptease í Føroyum

Yvirlýsing frá Kvinnusamskipan Føroya

? Í hinum norðurlondum verður stríðst fyri at steðga skøkjulevnaði, sølu av kvinnum og at steðga pornografi ? eisini á alnótini.
Hetta sigur Kvinnusamskipan Føroya, sum hevði ársfund í Vági Dýrabiðidag. Á fundinum var einmælt samtykt at takka Jenisi av Rana, løgtingsmanni, fri at taka málið um striptease upp í løgtinginum.
Royndir úr Íslandi prógva, at striptease endar í skøkjulevnaði.
? Hetta er ikki góð fyrimynd hvørki fyri okkara ungu ella nakran annan, tvørtur ímóti halda vit tað verða sera niðrandi fyri kvinnur.
Vit heita tí á løgting og landsstýri at skipa so fyri, at eingin ivi skal verða um at striptease er bannað í Føroyum.