Striltið hjá Hull

Felagið hjá Julian tapti undan nýggjársleitinum, men hevur nú leitað sær styrk til seinnu kappingarhálvu

Ongland

Hull tapti fyri fimtu ferð í ár á útivølli, tá teir fyri nýggjár splædu ímóti Kidderminster, har navnframi Jan Mølby er venjari.

Mølby hevur millum annað gjørt sær dælt av »navni« sínum á tann hátt, at hann hevur fingið onkrar frægar danskar leikarar til felagið, og júst ein av hesum, Bo Henriksen, var maðurin, sum legði fyri við málskjótingini í fyrra hálvleiki.

Í seinna hálvleiki fullu tvey mál afturat, og bæði átti heimaliðið, so endaliga úrslitið av dystinum varð 3-0. Eitt tap, sum merkti, at Hull nú er á fjórða plássinum á stigatalvuni, har frástøðan upp til beinleiðis uppflytingarplássini gerst alsamt størri.

Annars skuldi Hull eisini spæla nýggjársdag, men orsakað av kava varð dysturin móti Hartlepool útsettur.

Styrkja liðið
Tað verður ikki sagt, um tað eru væntandi úrslit, sum eru atvoldin, men í øllum førum hevur venjarin hjá Julian og teimum, Brian Little, nýtt høgtíðina til at styrkja sær um verjupartin.