Í avtaluni er Venjingarskúlin strikaður sum venjingarskúli. Hetta veit heimasíðan hjá Lærarafelagnum at siga.
Venjingarskúlin varð ætlaður og virkaði í nógv ár sum venjingarskúli hjá læraralesandi. Siðvenja hevur verið, at læraralesandi umframt longru praktikkskeiðini, hava fingið tímapraktikk á Venjingarskúlanum, til dømis 2 tímar um vikuna ígjøgnum lestrartíðina. Soleiðis er ikki longur.
– Í fólkaskúlanum eru lærarar ikki útbúnir at taka sær av læraralesandi. Vit hava onga praktikklæraraútbúgving og ongar útbúnar praktikklærarar. Tað kann tykjast løgið, tí praktikkin er verkligi parturin av læraraútbúgvingini, og samstundis liggur ein stór ábyrgd á praktikklæraranum, t.d. at meta um, um tann lesandi er skikkaður til lærarastarvið, sigur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, á heimasíðuni hjá felagnum.
Lærarafelagið hevur víst á tørvin á eini praktikklæraraútbúgving, men enn eru ikki nakrar ítøkiligar ætlanir um at fara í holt við eina tílíka útbúgving.










