Í Nes kommunu noyðast tey bæði at strika ætlaða barnagarðin og at skerja útbyggingar niðri á havnalagnum fyri at fáa fíggjarliga roknistykki at ganga upp Heldur ikki í Nes Kommunu ytst á eystara armi á Skálafirði, har Toftir er nógv størsta bygd, eru tey sloppin snikkaleys undan kreppuni.
Og tað ger, at tey hava verið noydd til at endurskoða fíggjarætlanina fyri at fáa fíggjarliga roknistykki at ganga upp.
Símun Johannesen, borgarstjóri, sigur, at nú tey gjørdu støðuna upp, kom til sjóndar, at inntøkurnar hjá kommuni av skatti og øðrum fer at vera 900.000 krónur.
Men samstundis vísa metingarnar ein meirnýtslu á ymsum økjum upp áa góðar 2,8 milliónir.
Tilsamans er niðurstøðan tann, at tað verður neyðugt at finna sparingar á fíggjarætlanini fyri í ár upp á góðar 4,5 millión.
- Tað er eitt stórt tal, sum skal sparast, staðfestir borgarstórin.
Men tær sparingarnar ætlar kommunustýrið kortini at finna uttan at siga fólki upp og uttan at nerva raksturin og tær kommunalu tænasturnar meiri enn allarhægst neyðug.
- Hinvegin hava vit sett fitt av pengum av til íløgur og tær verða so strikaðar í fyrstu syftu, sigur Símun Johannesen.
Sostattt verður ætlanin at byggja nýggjan barnagarð slept fyribils og somuleiðis verður ætlanin slept at gera bryggjukantin longri.
Hesar báðar stóru útbyggingarnar spara kommununi 2,8 milliónir, ein millión verður spard upp á barnagarðin og 1,8 milliónin verður spard upp á at strika bryggjukantin.
Restin verður skarvað av ymsastaðni í kommununi, tað allarmesta á tekniska økinum og í hesum sambandi verða ætlaðar asfalteringar og annað, strikað.
Men ætlanin er ikki at siga fólki upp, men afturfyri verða tað munandi færri arbeiði, sum verða boðin út.
Hinvegin verður hildið fast um ætlanina at gera eitt ídnaðarøkið niðri á havnarlagnum byggibúgvið.
Borgarstjórin sigur, at tað er ikki bara svíkjandi inntøkur, sum hava gjørt, at kommunan er kommunan er komin í hesa støðu.
- Tað eydnaðist ikki at rinda skúlan lidnan í fjør sum ætlað, tí eitt gjald hekk eftir til í ár
Men tað hevur eisini verið eitt bakkast, at kommunan brúkti átta milliónir upp á at gera 24 grundstykki klár at byggja.
- Soleiðis sum eftirspurningurin eftir grundstykkjum var, tá ið vit fóru undir útstykkingina, væntaðu vit at selja tey upp á fyrrapart.
- Men nú útstykking er liðug, var áhugin at byggja fallin í onki, so har liggur ein stór íløga, sum liggur óvirkin og sum kommunan onki hevur fingið fyri, sigur borgarstjórin.