Vágur
Tað er blivið alsamt vanligari, at skúlar og arbeiðspláss strika døgverðatíman . Ístaðin fyri at fara heim í ein tíma til døgverða, er ein stuttur matarsteðgur á arbeiðsplássinum, ella á skúlanum, og ístaðin sleppa arbeiðsfólk og børn so til húsar eina løtu fyrr seinnapartin.
Nú ætlar eisini Vágs skúli at strika døgverðatíman.
Skúlastýrið í Vági hevur gjørt eina kanning og hon vísir, at ein meiriluti av foreldrunum eru fyri at taka døgverðatíman av.
Samstundis hevur skúlastýrið spurt kommununa um hon er sinnað at betala tann meirkostnað, sum hetta fer at bera í sær fyri skúlan, tí verður døgverðatímin avtikin, skulu eitt nú kuldaskáp og ruskbingjur, keypast til skúlan.
Á býráðsfundi mikukvøldið varð samtykt at kommunan skuldi átaka sær at keypa skúlanum kuldaskáp og annars at bera tær útreiðslur, ið avtøkan av døgverðatímanum fara at føra við sær.
Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, sigur, at býráðið hevur fingið upplýst, at teir allarflestu skúlarnir í landinum longu hava avtikið døgverðatíman og at tað bara eru tveir skúlar í øllum Føroyum, har børnini enn fara heim til døgverða og tað er skúlin í Vági og ein lítil bygdarskúli.
Hann sigur, at umboðini fyri Vágs Býráð í skúlastýrinum hava fyrr umrøtt spurningin um at taka døgverða tíman av.
? Skúlin er beint omanfyri Vágs Havn og tað er ferðsluruðuleiki á høvuðsvegnum niðanfyri skúlan í hvørjum døgverðatíma, tí samstundis sum skúlabørnini fara heim til døgverða, fer eisini arbeiðsfólkið á virkjunum niðri á havnarlagnum til døgverða, og tað førir nógva ferðslu við sær.
?At avtaka døgverðatíman í skúlanum er í í allarstørsta mun eisini ein spurningur um ferðslutrygdina hjá børnunum, sigur Jógvan Krosslá.










