Stríðsmaður leingir við Liverpool

Ein av teimum lokalu hjá Liverpool hevur longt sáttmálan við felagið.

Maðurin, sum hevur longt sáttmálan við Liverpool, er stríðsmaðurin Jon Flanagan, ið er 23 ára gamal. Hetta váttar almenna heimasíðan hjá Liverpool. Sáttmálin varð undirskrivaður fyrr í dag, men tó hevur Liverpool ikki upplýst, hvussu nógv ár nýggi sáttmálin fevnir um.

 

Jon Flanagan er bakkur, ið fyri tað mesta hevur spælt á vinstra bakki, hóast hann er høgra beintur. Flanagan fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í kappingarárinum 2013/2014, tá ið hann vann sær fast pláss á vinstra bakki á tí Liverpool-liðnum, sum var á markinum at vinna Premier League tað árið. 

 

Bakkurin hevur tó verið ógvuliga skaðadarvaður síðani hetta kappingarárið, og í fjør spældi hann ikki ein einasta dyst í Premier League. Tað var ikki fyrr enn í januar í ár, at Flanagan aftur var at síggja í dysti hjá Liverpool, og hevði hann tá verið skaddur í heili 20 mánaðir.

 

- Hetta er mín triði sáttmáli við felagið. Síðani eg var barn hevur tað verið mín dreymur at umboða Liverpool, so hetta er frálíkt, sigur Jon Flanagan í samrøðu við heimasíðuna hjá Liverpool.

 

Jon Flanagan hevur tilsamans spælt 47 dystir fyri Liverpool.