Stríðist enn fyri at vinna sær fast pláss

Brandur Olsen er ein av spælarunum, sum er sloppin við FCK á venjingarlegu í Algarve.

Brandur Olsen heldur á at stríðast fyri einum plássi á besta FCK-liðnum, og feskastu ábendingarnar úr Keypmannahavn týða á, at teir virðismeta unga skálvíkingin.  

 

Brandur Olsen er ein av 24 spælarum, sum er við ferðalagnum, nú FCK fer til Algarve í Portugal á venjingarlegu.

 

Sigast má, at árið í fjør hilnaðist honum væl. Í juni varð Brandur Olsen kosin besti spælarin á U19-liðnum hjá felagnum og seinni um summarið var hann við besta liðnum á venjingarlegu.

 

Í oktobur komu so stóru gjøgnumbrotini, tá hann fyrst, 11. oktobur, fekk sín fyrsta dyst fyri A-landsliðið, tá hann kom inn í dystinum móti Ungarn, og síðani 30. oktobur fekk sínar fyrstu minuttir fyri besta liðið hjá FCK. 

 

Í ár heldur so stríðið á, at vinna sær fast pláss á liðnum.

 

Fyrsta dystin á landsliðnum í oktobur, móti Ungarn.