Stríðið um fólkatingsessir byrjað

Í gjár boðaði Annika Olsen frá, at hon bjóðar seg fram sum valevni Fólkafloksins til komandi fólkatingsval.

ANALYSA: Í gjár boðaði Annika Olsen frá, at hon bjóðar seg fram sum valevni Fólkafloksins til komandi fólkatingsval.

 

Edmund Joensen hevur eisini boðað frá, at hann bjóðar seg fram enn einaferð, hóast hann er farin væl upp um fólkapensjónsaldur.

 

Hjá Javnaðarflokkinum er Sjúrður Skaale sjálvskrivaður sum høvuðsvalevni, eins og Høgni Hoydal er tað hjá Tjóðveldinum.

 

Edmund Joensen kann tó fáa ein skapan gang frá Kaj Leo Holm Johannesen. Á seinasta fólkatingsvali vann Edmund Joensen á Kaj Leo Holm Johannesen við 51 atkvøðum. Teir fingu ávikavist 1.592 og og 1.541 atkvøður. Mótgangurin hjá landsstýrinum og Sambandsflokkinum kann gera, at atkvøðutalið hjá løgmanni minkar, meðan Edmund Joensen kann ganga lutfalsliga fríur av afturgongdini hjá Sambandsflokkinum annars.

 

Hjá Fólkaflokkinum var Annika Olsen í fremstu røð bæði á seinasta fólkatingsvali og løgtingsvali. Tá var eisini stríð um formanssessin, sum Jørgen Niclasen vann við tekniskum snildum, so hann slapp undan stríðsvali innanfloks. Síðani tá hevur Jørgen Niclasen vunnið nógvar politiskar sigrar – tann síðsti var dómurin móti kringvarpsfólkunum. Jørgen Niclasen verður millum manna mettur sum tann persónur í Føroyum, sum hevur størstu politisku ávirkanina – og tann, sum stýrir løgmanni.

 

Umframt Anniku Olsen, so hevur Fólkaflokkurin ein annan sterkan leikara, Jacob Vestergaard. Sum fiskimálaráðharri hevur hann vunnið sigrar – tann størsti er at vinna á øllum ES í makrelstríðnum. Stríðið um fiskivinnunýskipan ávirkar neyvan undirtøkuna hjá Fólkaflokkinum negativt, og so slett ikki hjá Jacob Vestergaard.

 

Tí verður stríðið innanfloks í Fólkaflokkinum til fólkatingsvalið millum Anniku Olsen og Jacob Vestergaard, sum lættliga kann draga longra stráið.

 

– Tá hann kann seta alt ES upp á pláss, hvat kann so ikki gera í Fólkatingum? – kundi onkur spurt.

 

Jørgen Niclasen verður uttan iva við í stríðnum, men valla endar hann ovast á tindinum.

 

Hóast fleiri helst meta Javnaðarflokkin sum favoritt at vinna annan fólkatingssessin, so kann alt henda. Heilt víst er tað, at tveir av teimum fýra stóru flokkunum fáa hvør sítt umboð. Tí er í prinsippinum alt opið.

 

Men tað eru marginalarnir, sum gera stríðið av, vísir seg ofta. Tí er tað grundleggjandi avgerandi hjá øllum teimum fýra flokkunum at hava eina sterka uppstilling við teimum valevnunum, sum kunnu dragar flestar atkvøður til flokkin. Jacob Vestergaard er ein jokari hjá Fólkaflokkinum, sum kann gera góðan mun í stríðnum hjá Fólkaflokkinum at vinna sæti á fólkatingi. Eitt stríð millum Jacob Vestergaard og Anniku Olsen kann tí koma at gagna Fólkaflokkinum í stríðnum – eins og stríðið millum Óla Breckmann og Jógvan Sundstein í 1984.

 

Niðanfyri æst atkvøðubýti millum tey fimm fremstu í teimum fýra stóru flokkunum til fólkatingsvalið seinast, 15. september í 2011:

 

FÓLKAFLOKKURIN

Annika Olsen            1.201

Jacob Vestergaard            756

Jákup Mikkelsen            383

Jørgin Niclasen            371

Jógvan á Lakjuni            294

 

SAMBANDSFLOKKURIN

Edmund Joensen            1.592

Kaj Leo Holm Johannesen            1.541

Bárður á Steig Nielsen            434

Bjørn Kalsø            407

Helgi Abrahamsen            326

 

JAVNAÐARFLOKKURIN

Sjúrður Skaale            1.541

Aksel Vilhelmson Johannesen            985

Helena Dam á Neystabø            400

Eyðgunn Samuelsen            227

Gerhard Lognberg            165

 

TJÓÐVELDI

Høgni Hoydal            1.604

Bjørt Samuelsen            352

Annita á Fríðriksmørk            292

Gunnvør Balle            203

Óluva Klettskarð            151