Í greinini “Rív múrin niður í Palestina.”, sum Tráin Petursson Nónklett, skrivaði í Sosialinum mánadagin 4. august, verður m. a. sagt, at “Ísrael hevur, síðani státurin varð stovnaður í 1948, yvirtikið meira og meira av palestinska økinum í Miðeystri.”
Nær er hetta vorðið palestinskt økið? Palestinar hava ongantíð átt nakað lógligt landøki. Tá ið Sameindu Tjóðir (ST) samtyktu at gera eina lidna ætlan um at býta landið millum arabarar og jødar í 1947, vrakaðu arabarar hetta uppskotið, meðan jødar góðtóku tað. Hetta er ein søguligur og politiskur veruleiki.
Alt økið har á leið: Galilea, Samaria og Judea var undir bretskum yvirræði eftir
1. heimsbardaga til 14. mai 1948, tá ið jødar stovnaðu státin Ísrael, ið varð grundaður á nevndu ST-samtyktina í november 1947.
Sama dagin, sum Ísraelska ríkið varð stovnað – 14. mai 1948 - lupu 6 arabisk lond á nýstovnaða státin Ísrael: Egyptaland, Sýria, Libanon, Jordan, Irak og Saudi Arabia. Tey vunnu ikki á Ísrael, men hertóku tá hetta, sum í dag - púra skeivt – verður nevnt “vestari áarbakki”. Teir tóku Judea og Samaria í hesum nevnda álopskríggi á nýstovnaða státin Ísrael. Hetta økið, sum teir tá hertóku, var av órøttum limað inn í Trans Jordanska ríkið.
Hetta sama økið, sum Trans-Jordania hertók í 1948 – varð ongantíð góðtikið av ST. Teir mistu tað aftur í arabiska álopskrígnum á Ísrael í 1967, tí sonevnda seksdaga krígnum.
Gaza
Ísrael tók Gaza í seksdaga krígnum í 1967, men tóku ikki einans alt herfólk sítt úr Gazageiranum í 2005, men allir teir 8.000 jødarnir, sum búðu har, fingu kravboð frá ísraelsku stjórnini um at flyta úr Gaza. Sostatt var eingin jødi eftir í Gaza eftir 2005. Eftir at Hamas-rørslan tók ræði í Gaza, hevur Ísrael ikki fingið frið fyri rakettum og øðrum atsóknum. 8. juli gjørdist ovboðið og Ísrael fór einaferð enn inn í Gaza, m.a. fyri at oyða allar tunlarnar, sum Hamas-rørslan hevði grivið úr Gaza inn um markið til Ísrael.
Harmiligt, at hetta var neyðugt, tí mong ósek fólk lata lív í slíkum føri, umframt herfólk á báðum síðum. Nevndi greinskrivari sigur:
“Fyrsta stig at skapa frið í økinum er at fáa eina friðaravtalu í lag.”
Egyptaland og Jordan hava gjørt friðaravtalu við Ísrael. Men hvussu kann ein friðarsáttmáli verða gjørdur millum Ísrael og Hamas? Hamas-rørslan, sum stjórnar Gaza er av ST, USA og ES skýrd vera ein yvirgangsrørsla, sum Al Qaida og aðrar. Hvussu kann Ísrael gera friðaravtalu við eina yvirgangsrørslu, sum ikki vil viðurkenna Ísraelska státin, og hvussu kann Hamas gera eina friðaravtalu við ein stát, sum teir ikki góðkenna? Greinskrivarin nevnir eisini, at ein palestinskur státur eigur at verða góðkendur. Men ein státur, sum hevur yvirgangsfólk, sum leiðarar kann aldri verða góðkendur av heimssamfelagnum.