Fyri tveimum árum síðani høvdu Annika Olsen og Jørgen Niclasen eina beiska sínamillum uppgerð í Fólkaflokkinum.
Men í dag standa tey øksl við øksl.
Eftir løgtingsvalið í 2011 varð lagt upp til eljustríð í Fólkaflokkinum eftir at Annika Olsen hevði havt eitt kanónval og fekk fleiri ferðir so nógvar atkvøður sum Jørgen Niclasen.
Í kjalarvørrinum á valinum vóru tað nógv fólkafloksfólk sum vildu hava Anniku Olsen at standa á odda fyri flokkinum ístaðin fyri Jørgen Niclasen, sum mong hildu, at hann hevði mist álitið frá veljarunum.
Men endin varð, at Jørgen Niclasen varð afturvaldur og tað elvdi til tann mest hvassorðaða landsfundin hjá flokkinum nakrantíð, har mong av fundarfólkunum húðflettu leiðsluna í flokkinum.
Men á Landsfundinum í gjár staðfestu bæði Jørgen Niclasen og Annika Olsen, at hetta er ein farin tíð og at samstarvið teirra millum er sera gott.
Jørgen Niclasen gjørdi ikki sørt burtur úr at rósa Anniku Olsen fyri dugnaskap og arbeiðssemi.
Annika Olsen kvittaði við at siga, at tað, sum eyðkennir Fólkaflokkin er, at tá ið eitt stríð er av, er tað liðugt og so verður farið víðari.
- Samstarvið við Jørgen Niclasen í landsstýrinum hevur verið framúr gott. Hann hevur gjørt eitt framúr gott arbeiðið, vit øll kunnu vera stolt av, sigur Annika Olsen.
Myndin er av fólki á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum leygardagin.
Síggj fleiri myndir frá landsfundinum hjá Fólkaflokkinum við at TRÝSTA HER