TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við blaðunga framherjan hjá EB/Streymi, Jan á Høgaryggi aftaná 1-4 tapið hjá EB/Streymi ímóti ÍF í Fuglafirði fyrr í dag.
Jan heldur, at teir í EB/Streymi stríddust alt tað teir vóru mentir, men teir vóru feldir av nøkrum keðiligum málum teir fingu ímóti sær. Hóast níggju stig eru upp til bjargingina so hava sundalagsmenn ikki mist vónina enn, staðfestir Jan á Høgaryggi.
(Mynd: Sofus D. Johannesen)