Stríddust væl í Tórshavn Open

Føroysku badmintonleikararnir vunnu fleiri heiðursmerki um vikuskiftið.

 

Um vikuskiftið var altjóða kappingin Tórshavn Open hildin í Havnini. Luttakarar vóru úr Føroyum, Danmark og Íslandi. Føroyska badmintonlandsliðið nýtti kappingina sum fyrireiking til Oyggjaleikirnar á Jersey í summar, og fingu harða mótstøðu frá donsku og íslendsku leikarunum. Sum kuriosum kann nevnast, at leygardagin var hitin í høllini heili 27 stig, fyri at endurspegla viðurskiftini, sum spælararnir skulu leika undir á Jersey.

 

Endaliga úrslitið gjørdist, at føroysku spælararnir vunnu gull í damusingle- og double og í harradouble, silvur í damusingle og mixdouble og bronsu í harrasingle, damusingle, damudouble og mixdouble.

Harrasingle;

Gull: Anders Dahl Johannesen, Danmark, Silvur: Morten Spjuth, Danmark, Bronsa: Aksel Poulsen og Benjamin Gunnarstein, báðir úr Føroyum.

 

Damusingle;

Gull: Rannvá D. Carlsson, Føroyar, Silvur: Kristina Eriksen, Føroyar, Bronsa: Brynhild D. Carlsson, Føroyar og Simone Fisker, Danmark

 

Harradouble;

Gull: Aksel Poulsen/Benjamin Gunnarstein, Føroyar, Silvur: Anders Dahl Johannesen/Morten Spjuth, Danmark, Bronsa: Pálmi Guðfinsson/Dániel Johanneson, Ísland og David Phoung/Dávid Bjarni Bjørnsson, Ísland

 

Damudouble;

Gull: Rannvá D. Carlsson/Brynhild D. Carlsson, Føroyar, Silvur: Simone Fisker/Michala Uggerly, Danmark, Bronsa: Sólfrið Hjørleifsdóttir, Føroyar/Camilla D. Jensen, Danmark

 

Mix-double;

Gull: Anders Dahl Johannesen/ Camilla D. Jensen, Danmark, Silvur: Aksel Poulsen/Rannvá D. Carlsson, Føroyar, Bronsa: Pálmi Guðfinsson, Island/Michala Uggerly, Danmark og Benjamin Gunnarstein/Brynhild D. Carlsson, Føroyar.

 

- Tórshavn Open vísti, at spælarar okkara megnaðu at stríðast væl og vunnu eisini á spælarum, sum á pappírinum vóru sterkari enn teir. Enntá leygardagin, tá hitin í høllini var 27 stig, høvdu okara spælarar formin at spæla og at vinna – so tað boðar frá góðum til Oyggjaleikirnar í summar, sigur Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í Badmintonsambandinum.