Streymurin verður ikki bíligari

Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV, sigur, at tørvur er á góðum úrslitum, fyri at spara til komandi íløgur.

Ársroknskapurin hjá SEV vísti eitt yvirskot upp á góðar 58 milliónir krónur eftir skatt, men hóast góða úrslitið, skulu borgarar ikki vænta at síggja nakra príslækkan enn.

 

- Eingin ivi er um, at vit hava havt vind í bæði myllum og segli og eg haldi, at borgararnir kunnu vera væl nøgdir við, at felagið er væl rikið og væl fyri, sigur Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV.

 

Onkur spyr tí, um ein kann vænta eina príslækkan, tá úrslitið er so gott, men tað væntar Jákup Suni Lauritsen tó ikki, at talan verður um fyribils.

 

Í formansfrágreiðingini greiddi hann frá, at nógvar íløgur, bæði smærri og størri, standa fyri framman, og tí er týdningarmikið hjá SEV at hava eitt gott úrslit. Hann vísti á, at SEV millum annað fyrireikar seg til eitt útbjóðingarumfar við vindorku í Suðuroy, at ætlanir um sjóvarfalsorku liggja fyri framman og at felagið fer undir at gera undirstøðukervið til elbilar klárt, soleiðis at tað skal loysa seg betur, at hava elbil í Føroyum.

 

Harumframt stendur ein víðkan og dagføring av Sundsverkinum fyri framman, og hendan fer væntandi at kosta 90 milliónir yvir trý ár.

- Eisini verður neyðugt at byggja fimm koplingarstøðir næstu fimm árini, sigur Jákup Suni Lauritsen.

 

Jákup Suni Lauritsen vísir eisini á, at SEV í longri tíð hevur havt reyð tøl á botnlinjuni.

- So hóast vit hava eitt gott ár í 2014 og nú hava havt yvirskot tvey ár á rað, so er samlaða yvirskotið ikki serliga stórt, um ein hyggur at felagnum yvir eitt longri tíðarskeið.

 

- Tað er tó heilt vist, at ongar ítøkiligar ætlanir eru fyri eini príshækkan, sigur hann at enda.