Streymurin verður harður

Í næstu viku koma væntandi nøkur línuskip inn at landa, og kanska verður eisini nakað av snellufiski.

- Tvey línuskip eru undir Ísland og koma helst at landa síðst í næstu viku. Tey fáa eina blanding av toski, hýsu, longu, brosmu, upsa og so nakað av kongafiski.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at trý línuskip fiska á Íslandsrygginum. Tey fáa mest av toski og svartkalva og so eitt sindur av blálongu og lira. Hesi skipini koma helst eisini inn at landa síðst í næstu viku.

 

- Eitt línuskip fiskar eisini brosmu og longu vestanfyri Føroyar og kemur helst inn at landa miðskeiðis í vikuni sum kemur.

 

Lagt verður aftrat, at fleiri línuskip nýliga hava verið inni og landað, og hesi skipini byrja helst nýggjan túr í vikuni sum kemur.

 

- Streymurin verður harður mest sum alla næstu viku, og tí er ikki væntandi, at nakar serligur útróður verður. Tó kann roknast við, at nakað kemur frá bátunum, sum fiska við snellu.

 

Lagt verður aftrat, at veðrið verður ivasamt, men batnar helst, sum næsta vika gongur.