Í løtuni er eitt frystilínuskip í íslendskum sjógvi, fýra eru í Eysturgrønlandi, og tvey fiska í føroyskum sjógvi.
- Nøkur frystilínuskip hava nýliga verið inni og landað, og tey fara avstað aftur í næstum.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
- Ísfiskalínuskipið er eisini til fiskiskap. Teir fiska tosk og hýsu og koma helst inn at landa miðskeiðis ella síðst í næstu viku.
Um útlitini til útróður í næstu viku, verður sagt, at streymurin verður góður alla vikuna, og veðrið verður helst gott tað mesta av vikuni.
- So, vit vænta nógvan útróður teir næstu dagarnar, siga tey á Fiskamarknaði Føroya um útlitini fyri komandi vikuna.










