- Fimm føroysk ísfiskalínuskip fiska í íslendskum sjógvi, og møguliga koma trý ella fýra av hesum inn at landa síðst í næstu viku og fyrst í aðru viku. Fýra frystilínuskip fiska eisini í íslendskum sjógvi, men ógreitt er, nær tey koma heim at landa.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at línuskipini í íslendskum sjógvi fáa mest at toski, hýsu, longu og brosmu.
Fýra línuskip fiska undir Føroyum, og helst fara onkur skip út um vikuskiftið. Undir Føroyum er veiðan mest toskur, hýsa og longu. Streymurin verður harður, og tí verður roknað við, at øll línuskipini undir Føroyum koma inn at landa í næstu viku.
- Tó at streymurin verður ógvuliga harður, eru útlit til, at veðrið verður gott. Tí vænta vit eisini nakað av útróðrarfiski og serliga snellufiski í næstu viku, verður lagt aftrat.