Ábendingar eru um, at elnýtslan í Føroyum er minkað. Í august mánaði í fjør brúktu føroyingar 20.729 megawatttímar av ravmagni, men um sama mundið í ár er nýtslan 19.674 megawatttímar. Hetta er ein minking upp á fimm prosent.
- Lítið er at ivast í, at tað serliga er vinnan, sum brúkar munandi minni av streymi nú enn frammanundan. Í alivinnuni, sum seinastu árini støðugt hevur brúkt meira streym, gongur skeiva vegin, og virksemið innan flakavinnuna er eisini broytt. Hetta kennist nú í hagtølum okkara, sigur Klæmint Weihe, stjóri í SEV.
Ravmagnsnýtslan er annars væl vaksin seinnu árini. Frá 1999 til 2003 hevur vøksturin verið upp ímóti einum fjórðingi, 23 prosent. Men nú er streymurin vendur, og tað byrjar at ganga niðureftir.









