Fýra ísfiskalínuskip eru í løtuni til fiskiskap. Tey fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fleiri línuskip fara út aftur, tá streymurin verður betur seinni í næstu viku. Streymurin verður rættiliga harður teir næstu dagarnar.
Útlitini til útróður eru einki serlig beint í løtuni. Hinvegin eru veðurútlitini rímiliga góð. Tó verður roknað við, at onkur útróðrardagur verður í endanum av næstu viku.