Streymslit yvir hundrað skaðar

Serliga stóru broytingar í spenningi í kontaktunum høvdu við sær, at Tryggingarfelagið Føroyar hevur fingið fráboðað millum 100 og 150 streymskaðar kring landið síðan streymslitið mikudagin

Millum 100 og 150 skaðar eru fráboðaðir til Tryggingarfelagið Føroyar síðan mikudagin, tá allar Føroyar uttan Suðuroy, Koltur, Mykines og Fugloy mistu streymin.

Ein av orsøkunum til, at streymslitið hevði skaðar við sær, var at spenningurin í kontaktunum broyttist so mikið, at rættiliga nógv húsarhaldstól ikki yvirlivdu og kortsluttaðu.

– Tað er ov tíðliga at siga so nógv um hetta. Men hetta fyrikemur at vera nokk so nógv, staðfestir Helgi L. Petersen, deildarstjóri á privatdeildini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.

Hann leggur afturat, at hann leysliga metir, at talan verður um umleið hálva millión krónur, sum hetta streymslitið, sum byrjaði á Sundi mikukvøldið klokkan umleið hálvgum seks.

Og nú tosa vit bara um kundar hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, sum hevur eitt vet omanfyri 70 prosent av marknaðinum við privatkundum, sum serliga vórðu raktir.


Ávís øki rakt

Helgi L. Petersen staðfestir somuleiðis, at tað eru tvær bygdir, sum serliga vórðu raktar av skaðum.

– Tað eru skaðar um tað mesta av landinum, men konsentratiónin í Vestmanna og Hósvík er ónormalt høg, greiðir Helgi L. Petersen frá.

Hann staðfestir somuleiðis, at hetta streymslitið veruliga hevur merkt arbeiðsdagarnar á Tryggingini hesar seinastu dagarnar, og at starvsfólkini fara at minnist aftur á hetta streymslitið, sum eitt við nógvum skaðum.


Trygging tekur við

Deildarstjórin á Tryggingarfelagnum Føroyar, staðfestir somuleiðis, at í flestu førunum tekur tryggingin við, tá talan er um streymskaðar.

– Vit mugu sjálvandi gjøgnumganga hetta mál fyri mál. Men vanliga tekur tryggingin við streymskaðum á privata økinum, sigur hann.

Millum teir nógvu skaðarnar eru tað serliga vanlig húsarhaldstól, so sum sjónvørp, teldur, routarar og so framvegis sum eru rakt, men eisini vinnulig amboð, sum solariumsólir og annað eru rakt av streymslitinum, sum SEV enn ikki megnar at greiða frá, hví tað hendi.


Ongantíð tað sama

Finn Jakobsen, tekniskur stjóri hjá SEV, staðfestir, at tað enn ikki er full greiða á, hvat hendi mikukvøldið, tá øll øki í landinum, uttan Suðuroy, Koltur, Mykines og Fugloy vórðu rakt av streymsliti.

– Tað er ongantíð heilt tað sama, sum hendir. Og vit eru við at kanna, hvat hendi júst hesa ferð, tí tað eru so øgiliga nógv ting tað kann vera, greiðir tekniski stjórin hjá SEV frá, sum ikki blankt vil avvísa, at tað orsøkin til streymslitið bar brá av ósketni.

Hann leggur afturat at tað er rímiliga greitt, hvat hendi eftir fyrstu avbrótingina.

– Vit fáa eitt stoppsignal á Sundi, og so fer ein dominoeffekt í gongd, sum ger at hini verkini ikki megna at halda netinum uppi. Vit royna sjálvandi at avmarka tíðina, streymurin er burtur, men í hesum førinum tók tað meira enn ein tíma, til tey seinastu fingu streym aftur, staðfestir tekniski stjórin frá.


Fund seinnapartin

Eitt tílíkt streymslit hevur altíð eitt eftirspæl hjá SEV, og Finn Jakobsen staðfestir, at tey eru hørm um allar skaðarnar, sum hava verið.

– Vit hava ein fund seinni í dag, har vit fara at tosa um skaðarnar, sum hava verið, og hvat kann gerast við tað, viðvíkjandi endurgjaldi og so framvegis, greiðir tekniski stjórin frá.