Streymslit í øllum meginøkinum

Streymurin er farin í øllum meginøkinum, og sostatt er tað bert Suðuroyggin og útoyggjar, ið framvegis hava streym.

Høgni Hansen, vakthavandi rakstrarleiðari hjá SEV, sigur fyri in.fo, at tað er framvegis ikki greitt, hvør trupulleikin er, og av tí sama ber heldur ikki til at siga, nær streymurin kemur aftur. Ofta plagar tað at taka millum ein hálvan og upp til ein tíma, sigur Høgni Hansen. Arbeitt verður kortini við at fáa streymin aftur at koyra.