Aðalfundurin hjá SEV hevur júst samtykt fíggjarætlanina, sum nevndin skjeyt upp. Uppskotið varð samtykt við 34 atkvøðum móti 30. Hetta merkir, at á nýggjárinum hækkar prísurin á streymi við 15 oyrum fyri kilowatttíman.
harafturat kemur so mvg upp á 3,75 oyra, so frá á nýggjárinum skal brúkarin betala 18,75 oyru meiri fyri kilowatt tíman, ella helst 19 oyru.
Áðrenn hetta fall eitt uppskot frá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu:
(eldri útgáva)
Uppskotið hjá Heðini fall
Aðalfundurin hjá SEV hevur júst felt uppskotið hjá Heðini Mortensen um at SEV bert sleppur at hækka el-prísin við 7,5 oyrum.
Nú verður atkvøtt um upprunaliga uppskotið hjá nevndini hjá SEV, sum skjýtur upp at hækka prísin við 15 oyrum frá 1. januar komandi.
Uppskotið hjá Heðini Mortensen fall við 33 atkvøður móti 31.