Streymprísurin er undir trýsti

Høgi oljuprísurin hevur etið upp ætlaða avlopið hjá SEV í ár, og verður oljuprísurin verandi høgur, er tað sannlíkt, at streymprísurin eisini fer at hækka. Meira enn helvtin av øllum streyminum í landinum kemur frá olju

Streymprísur

SEV er størsti oljubrúkarin í landinum, og har svíða teir høgu oljuprísirnir av álvara. Verður prísurin verðandi so høgur, sum hann er í løtuni, fer SEV at brúka einar 15 milliónir krónur meira til olju, enn elfelagið hevði roknað við.
 Oljuprísurin tyngir okkara rakstur sera nógv, og í løtuni er prísurin á oljuni eini 45 prosent hægri, enn vit høvdu roknað við, tá ið við løgdu okkara fíggjarætlan, sigur Klæmint Weihe, stjóri í SEV.
 Vit høvdu roknað við, at SEV skuldi brúkar einar 50 milliónir krónur í olju í ár, men sum prísinir eru nú, verður hendan upphædd nærri 65 milliónum krónum, sigur hann.

El-prísurin kann hækka
Tann høgi oljuprísurin hevur etið upp alt avlopið, sum SEV ætlaði sær at hava í ár. Elfelagið roknar við, at úrslitið í ár fer at enda á 0, sum støðan er í løtuni.
 Um oljuprísurin verður verðandi so høgur, er tað ikki ósannlíkt, at el-prísurin eisini fer at hækka, sigur Klæmint Weihe.
El-prísurin verður ásettur einaferð um árið, og tað er, tá ið Umboðsráðið hevur sín fund seint á árinum.
 Eg kann einki ítøkiligt siga um, hvussu tað verður við el-prísinum næsta ár, men vit mugu taka hædd fyri oljuprísinum, tá ið vit leggja fíggjarætlanina fyri næsta ár, sigur Klæmint Weihe.

Vónar at sleppa undan
Skal ein hækking gerast í el-prísinum frá nýggjárinum, verður hon gjørd tann 18. november, tá ið Umboðsráðsfundur verður hjá SEV.
 Eg vóni, at vit sleppa undan at hækka el-prísirnar, og at SEV ger alt fyri at sleppa undan hesum, men støðan er sera trupul við teimum høgu oljuprísunum, sigur Hans Tausen Olsen, formaður fyri Umboðsráðið hjá SEV.
 Eg kann ikki siga, at el-prísurin ikki skal hækka næsta ár, men vit mugu gera alt, sum vit kunnu, fyri at sleppa undan, sigur hann.

Mugu gera tað neyðuga
Tað er stýrið fyri SEV, sum saman við leiðsluni leggur fíggjarætlanina hjá el-felagnum, og ein avgerandi partur av hesum arbeiði er at áseta streymprísin, og harvið fáa tað stóra roknistykkið at ganga upp.
 Vit hava okkara fyrsta fund um fíggjarætlanina í næstu viku, og tá rokni eg við, at fyrsta uppskotið kemur á borðið. Oljuprísurin er nógv vaksin, men vit ætla at gera alt, sum vit kunnu, fyri at sleppa undan eini hækking á streymprísinum, sigur Leivur Hansen, formaður fyri stýrið í SEV.
 Hinvegin skal SEV eisini hava endarnar at røkka saman, og um tað verður neyðugt at hækka streymprísin, so mugu vit gera tað, sigur hann.

Aðrar orkukeldir
SEV framleiðir meira enn helmingin av sínari orku úr olju. 40 prosent av orkuni koma frá vatnorku og 6 prosent frá vindorku.
 Høvdu vit ikki havt vatn- og vindorku eisini, so hevði støðan verið nógv verri, enn hon er, sigur Klæmint Weihe.
 Einasti hátturin at sleppa undan teimum høgu og skiftandi oljuprísunum er, at vit við tíðina fáa meira orku frá øðrum orkukeldum, men hetta verður ikki gjørt eftir einum degi, sigur hann.

Meira varðandi orku
Formaðurin í stýrinum hjá SEV heldur, at SEV má arbeiða miðvíst fyri at sleppa undan teimum tyngjandi oljuprísunum og fáa meira orku frá varandi orkukeldum.
 SEV má av álvara leggja seg í teymarnar fyri at gera seg meira óheft av teimum tyngjandi oljuprísunum. Vit arbeiða við Eiði-2 útbyggingini, og hon kann gera, at helmingurin av orkuni í landinum kemur frá varðandi orkukeldum, sigur Leivur Hansen.
Men í løtuni er oljan týdningarmesta orkukeldan hjá SEV, og 80 prosent av oljunýtsluni hjá SEV er á El-verkinum á Sundi. Har verður oljurokningin fyri 2005 einar 50 milliónir krónur.