Tølini siga, at tað ikki so sjáldan hevur verið torført hjá heimaliðnum við Margáir at vinna fulla úrtøku. Fimm ferðir fyrr í ár hevur tað verið javnt. Fyrsta ferðin var longu í fyrsta umfari, tá ið KÍ megnaði 1-1 í Streymnesi. Í dag vitja klaksvíkingar aftur við Margáir.
Allir EB/Streyma spælararnir eru tøkir ídag. Mikukvøldið sótu bæði Pauli G. Hansen og Egil á Bø á beinkinum allar 90 minuttirnar, tá ið EB/Streymur vann tryggan sigur í Gundadali ímóti B36. Teir hava báðir verið skaðaplágaðir, men nú eru teir væl fyri. Báðir høvdu teir ivaleyst pyntað byrjunaruppstillingina í øllum feløgunum. Ímóti B36 valdi Heðin Askham at skifta yngri spælarar inn, tá ið tað var greitt, at sigurin á B36 var á veg norður í Sundalagið.
KÍ stríðist fyri bronsuplássinum og harvið rættinum at luttaka í Europa Cup. Ímóti TB á heimavølli var avrikið ikki serliga sannførandi. Ivan Joensen, sum fleiri ferðir frammanundan hevði verið sannførandi sentralur miðvallari, var hesa ferð í høgra borði. Tá ið tað restaði eitt korter, sá hann beinleiðis reytt kort, og tí verður hann leikbannaður næstu ferðirnar.
Allir hinir KÍ spælararnir eru tøkir.