Streyk avstað við 75.000 krónum

Tað var ein kvinna á Tvøroyri, sum gjørdist 75.000 skattafríar krónur ríkari í Gekka-spælinum í kvøld.

 

Jolanta Niclasen fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum í Gekka-spælinum í kvøld. Hon hevði fjarritara, og fjarritarin var Mildrid Jespersen.

Høvuðsvinningurin var á 2,4 miljónir krónur, og Jolanta Niclasen valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 800.000 krónum í hvørjum leypi.

Longu eftir fyrsta drátt, var Gekka-spælið liðugt, men tá var hepna tvørádaman eisini vorðin heilar 75.000 skattafríar krónur ríkari.

Í fyrsta og einasta drátti í spælinum steðgaði gekka-hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við fimm gav Jolantu Niclasen 75.000 skattafríar krónur.

Tað var nær við, at hjólið steðgaði á reyða leypinum, men tá til stykkis kom, leyp hjólið einar tveir ella tríggjar seymir fram við leypinum og steðgaði á 15.000 krónum.

- Hon steðgar her, segði fjarritarin, Mildrid Jespersen, sum í byrjanini greiddi frá, at tey vóru nøkur, sum í kvøld sótu saman og spældu Gekk.