Ímynda tær eitt nýmótans havnarlag. Eitt stórt útlendsk ferðamannaskip liggur við bryggju og hundraðtals ferðafólk ganga runt í bygdini.
Handlar og aðrar tænastuvinnur standa til reiðar at bjóða hesum ferðandi, tað tey hava hug til. Smábátar í hópatali hava síni støð at liggja á.
Hyggur tú niðan í bygdina sært tú í hópatali av nýggjum og ikki minst nútíðar bygningum til øll endamál. Og á einum øðrum staði síggjast vinnubygningar standa á einum øki, har nógv lív er í.
Og runt á økjum í bygdini eru livandi økir, har vaksin og børn búleikast við øllum teim hentleikum, sum hoyra til eitt slíkt íbúðarøki.
Fyri mong ljóðar hetta bæði sum ein óveruligur dreymur og sum ein fantasi, men fyri Sjóvar kommuna er hetta eitt mál, sum tey nú eru farin at arbeiða fram ímóti.
Hetta verður gjørt í eini menningarætlan, sum skal gera bygdina og seinni býin til reiðar at møta tí, sum framtíðini hevur tørv á mótvegis íbúgvum sínum.
- Við hesi menningarætlanini ynskja vit at vísa á, at Strendur kann gerast ein býur við altjóða dámi. Hetta skal gerast eitt attraktivt stað hjá fólki at búgva í og fólki at koma til, sigur ein bjartskygdur borgarstjóri.
Hetta er sum nevnt bert ein menningarætlan, og er tí ikki ein verkætlan, sum nú verður sett í verk. Á tíðindafundi í morgun á kommunuskrivstovuni á Strondum varð henda ætlanin løgd fram.
Nær hon verður veruleiki og nær fyrstu stigini verða tikin til at fremja hesa, dugir eingin at siga nakað um enn. Tað verður fyrst, tá teir fyrstu íleggjararnir vísa sín áhuga og vilja seta pening í.
Ringvirkningar
Tá hetta bygdaráðið tók við vóru rættiliga nógvir av limunum nývaldir. Teir vistu, at undanfarin bygdaráð høvdu arbeitt við og eftir eini byggisamtykt.
Fyri mong er ein slík byggisamtykt eitt pappír sum hongur á einum veggi. Men hetta nývalda bygdaráðið setti sær fyri at lýsa hesa samtyktina betri at fáa lív í pappírið. Stutt sagt: At vísa fólki á teir møguleikar sum vóru á Strondum og hinum bygdunum í kommununi.
Bygdaráðið setti seg í samband við Fuglø Arkitektar, sum í eina tíð hava arbeitt við at savna allar træðrirnar saman innan øll hugsandi økir í kommununi. Hetta skal vera eitt amboð hjá kommununi at skapa menning í alt økið.
Á fundinum í morgun varð tí løgd fram ein menningarætlan fyri kommununa 2006. Men árstalið skal tó bert takast sum byrjanin til nakað, sum kann gerast rættiliga stórt og umfatandi.
Hvørjir ringvirkningarnir verða av hesum vil bert framtíðin vísa. Men eingin ivi er um, at henda menningarætlanin fer at seta Strendur á heimskortið og skapa øktan áhuga fyri kommununi.
Spurningurin hevur alla tíðina verið um bygdaráðið ynskti ein harðan bý við ídnaði og vinnu, ella ein meiri bleytan bý við fólki, tænastum og slíkum.
- Vit ynskja at hava ein bý, har bæði hesi viðurskiftini eru til staðar. Og ein bý har tað skal vera og verða liviligt hjá fólki, verður sagt.
Mitt í landinum
Landafrøðiliga liggur Strendur uttast á vestara armi á Skálafjørðinum.
Áður var hetta at meta sum ein fjarskotin bygd, men við teim møguleikum sum liggja í ætlaða undirsjóvartunlinum til Havnar verður støðan júst hin øvugta:
Við hesum ferðasambandinum verður Strendur eitt nýtt miðpunkt í Føroyum. Bygdin kemur at liggja nær við Havnina, og tað fer at geva og skapa ótaldar møguleikar í framtíðini.
- Hyggja vit eftir hinum bygdunum í økinum so verða tað í framtíðini bert fáir minuttir at koyra til Havnar og innan fyri 20 minuttir er ein í Klaksvík.
- Tí verður Strendur ikki ein endastasjón longur, men eitt natúrligt mittpunkt í Føroyum, sigur Malena Thomsen.
Í løtuni búgva beint omanfyri 1000 fólk í kommununi. Men tað er ikki óhugsandi at talið fer at vaksa munandi.
- Vit vilja verða við til at skapa karmar fyri eini menning av hesum økinum. Tá fólk koma higar við góðum hugskotum, so eru fortreytirnar fyri at seta hesar í verk til staðar.
Møguleikarnir eru her
Undirsjóvartunnilin millum Skálafjørðin og Havnina fer kortini ikki bert at skapa øktan áhuga fyri búseting á Strondum.
Nógv grót kemur sjálvandi úr einum slíkum arbeiði, og hetta grótið ætlar kommunan sær m.a. at nýta til eina umfatandi víðkan og nýskapan av havnarlagnum í bygdini. Her eru møguleika fyri at gera omanfyri nevndu havn við marglætisíbúðum og øðrum viðurskiftum, sum koma at skapa lív og virksemi í býnum.
Sjóvar kommuna vil, eins og aðrar kommunur sjálvandi vera við til at skapa fortreytir fyri borgararnir í síni kommunu. Og fyri at toga til sín fólk og pening aðrastaðni frá.
- Við menningarætlanini ynskja vit at greiða fólki frá, at her eru møguleikarnir. Onkur vil kanska halda, at henda kommunan er alt ov lítil til eitt so stórt prosjekt.
- Her skal verða pláss fyri øllum. Og tí kunnu vit eisini megna at fremja hesar ætlanirnar í verki, sigur borgarstjórin.
Búseting í øllum bygdum
Hóast henda ætlanin fyrst varð løgd fram í morgun hevur áhugin fyri Strondum leingi verið stórur, - serliga innan búseting.
Kommunan liggur inni við fleiri umsóknum um grundøki, ikki bert á Strondum, men eisini í hinum smærru bygdunum í kommununi.
Menningarætlanin hevur eisini tikið hædd fyri hesum. Við spennandi hugsanum og slóðbrótandi ætlan verða spennandi møguleikar at búseta seg á øllum støðum í kommununi.
Ein møguleiki er t.d. hjá havnarfólki at keypa sær eina íbúð á Morskranesi, har ein bæði kann fáa friðin og útsýnið við í keypið.
Kommunan væntar tó ikki at økið fer at verða sum ein sovibýur, tí í menningarætlanini er eisini ein ætlan um tænastuvinnur, mentanarlig tiltøk og annað, sum kann verða við til framhaldandi at skapa lív og menning í økinum.










