Streisand er nógv verd

Amerikanska songkvinnan Barbra Streisand er ein legenda innan bæði tónleik og film, og hóast hon er komin nakað upp í árini, eru hon framvegis sera væl umtókt. Í juli mánaði skal hon hava konsert í London, og hóast atgongumerkini kostaðu opp í 7.000 krónur, var tað eingin trupulleiki at selja tey. Tað gingu bert 20 minuttir at selja øll atgongumerkini til konsertina. Avgjørt var tí at hava eina eykakonsert í London, og tá var sama skilið. Øll tey kostnaðarmiklu atgongumerkini vórðu rivin burtur.