Jólakonsert við strúkiorkestrinum Streingir verður í morgin hósdagin 11. desember í Havnar kirkju. Børnini, ið manna orkestrið fara at spæla ein italska suitu, umframt kend jólaløg.
Hetta er ein góður møguleiki, at taka ein steðg frá jólaresinum og lurta eftir dugnaligum børnum, ið spæla jólatónleik. Upplagt er at koma við børnunum at lurta so øll familjan kemur í ordiligt jólalag.