Høvuðsargumentið fyri stjóraskiftinum í Atlantsflog í november í fjør var tørvurin á nýggjari strategi. Men við nýggjum skipara í stýrihúsinum stendur føroyska tjóðarflogfelagið framvegis á fráfaringarbreytini.
- Men nú verður farið á flog og strategiin orðað, lovar Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflog.
At hjálpa sær við strategiarbeiðnum hevur Jørgen Holme leitað sær hjálp úr Skandinavia.
Ráðgevingarfyritøkan Quartz+Co við skrivstovum í Keypmannahavn, Oslo og Stockholm hevur fingið uppgávuna at hjálpa føroyska tjóðarflogfelagnum fram móti nýggju strategiini.
- Eg eri sannførdur um, at fyritøkan hevur nakrar góðar førleikar og sterk amboð til at leiða okkum skjótt og gott ígjøgnum tilgongdina, sigur Jørgen Holme.
Aðalfundur verður í Atlantsflog 3. apríl. Men partaeigarar og onnur áhugað skulu ikki rokna við, at nøkur liðugt framtíðarloysn liggur á borðinum tá.
- Nei, arbeiðið verður ikki liðugt til aðalfundin, staðfestir Jørgen Holme og heldur fram:
- Strategiarbeiðið byrjar hálvan februar, og so koyra vit á til tíðliga í summar. Arbeiðið skal vera liðugt um miðjan juni, og tá skulu vit hava eina nýggja strategi fyri felagið, sigur Jørgen Holme.
Les eina longri samrøðu við Jørgen Holme í VINNA, sum er nýggja vinnublaðið hjá Sosialinum. Blaðið kann eisini keypast online við at TRÝSTA HER.