Strategi klár í summar

Ongin í nevnd og leiðslu hjá Atlantsflog vil siga nakað um framtíðarætlanirnar, fyrr enn strategiarbeiðið er liðugt.

Jón Brian Hvidtfeldt/ Ingolf S. Olsen
------
Hvørki Jørgen Holme, stjóri, Niels Mortensen, nevnd­ar­formaður, ella Johan Dahl, vinnumálaráðharri, sum um­boðar høvuðs­parta­eig­ar­­an – landið – vilja siga nak­að ítøkiligt um, hvat teir sjálvir halda eigur at verða fram­tíðarkósin hjá At­lants­flog. Teir vilja allir bíða, til arbeiðið at gera og orða nýggja strategi er liðugt.
Í einari langari samrøðu í nýggja vinnublaðnum VINNA hjá Sosialinum segði Jørgen Holme tó fríggja­­­dagin eitt sindur um, hví hann sum nýggjur skip­ari í stýrihúsinum hjá før­oyska tjóðar­flog­fe­­­­lag­­­num enn stendur á frá­­faring­ar­­­breyt­ini, tá høv­­uðs­argumentið fyri stjór­a­skiftinum í At­lants­­flog í november í fjør júst var tørvurin á nýggjari stra­tegi.
– Men nú verður farið á flog og strategiin orðað, lovar Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflog.
At hjálpa sær við stra­tegi­­arbeiðnum hevur Jørg­­­­en Holme leitað sær hjálp úr Skandinavia. Tað er ráðgevingarfyritøkan Quartz+Co við skrivstovum í Keypmannahavn, Oslo og Stockholm, sum hevur fing­ið litið í hendi at hjálpa før­oyska tjóðar­flog­fe­lag­num at leggja nýggju stra­tegi­ina.
– Eg eri sannførdur um, at fyritøkan hevur nakrar góðar førleikar og sterk amboð til at leiða okkum skjótt og gott ígjøgnum til­gongdina, sigur Jørgen Holme. Aðalfundur verð­ur í Atlantsflog 3. apríl. Men partaeigarar og onn­ur áhugað skulu ikki rokna við, at nøkur liðug fram­tíðar­loysn liggur á borð­inum tá.
– Nei, ar­beiðið verður ikki lið­ugt til aðal­fund­in, stað­festir Jørg­­­­en Holme og heldur
fram:
– Strategiarbeiðið byrjar hálvan februar, og so koyra vit á til tíðliga í summar. Arbeiðið skal vera liðugt um miðjan juni, og tá skulu vit hava eina nýggja strategi fyri felagið, sigur Jørgen
Holme.