Strangari reglur og eftirlit við útlendingum

Serligar reglur skulu gerast fyri ítróttarvenjarar og leikarar, sum koma til Føroya. Samstundis skal eftirlitið við útlendingum í Føroyum herðast, samdust Bertel Harder, integretiónsmálaráðharri í Danmark, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður, um hósdagin

Útlendingarnir streyma inn í landið. Ítróttarfeløg leita sær styrk, og fleiri virki klára seg als ikki uttan útlendska arbeiðsmegi. Umsitingin hevur verið langrøkin, tí málini ferðast aftur og fram millum føroyskar myndugleikar, og tískil hevur tikið langa tíð, at fáa einfald mál avgreidd. Tað hevur hóska illa ? serliga hjá ítróttafeløgum.
Hósdagin var Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum, á fundi hjá Bertel Harder, integratiónsmálaráðharra, í Keypmannahavn. Teir viðgjørdu reglurnar um arbeiðs- og uppihaldsloyvi til útlendingar í Føroyum í síni heild.
Arbeitt verður við at yvirtaka økið, sum er í bunkanum av yvirtøkum, sum landsstýrið arbeiðir við. Men semja er samstundis um, at tørvur er á at fáa greiðari reglur og mannagongdir beinanvegin.
Reglurnar vera herdar og strangari eftirlit verður við útlendingum, ið søkja arbeiði og uppihald í Føroyum, samdust Høgni Hoydal og Bertel Harder um. Samstundis er semja um at gera greiðari skipanir fyri ávísar bólkar av umsøkjarum.
Ein serliga skipan verður gjørd fyri ítróttarvenjarar og ?leikara. Hon byggir á, at krøvini til lønar- og setanartreytir hereftir vera øðrvísi og ásettar í fastari siðvenju. Danskir myndugleikar skulu framvegis hoyra landsstýrið, áðrenn avgerðin verður tikin.
Ítróttafólk skulu kunna søkja arbeiðsloyvi, meðan tey eru í Føroyum, men loyvini skulu verða fingin, áðrenn tey byrja at arbeiða. Sostatt kunnu tey íðka ítrótt uttan arbeiðsloyvi.
Tey ítróttafólk, sum í dag arbeiða í Føroyum, uttan loyvi, fáa eitt stutt skotbrá at søkja, soleiðis at viðurskiftini fáast í rættlag. Sostatt skuldi ikki verið vandi fyri, at nakað ítróttafólk verður sent av landinum, um feløgini bera skjótt at.
Men hetta snýr seg ikki bara um ítróttafólk. Løgmálaráðið lovar at gera uppskot um serliga smidliga mannagongd fyri umsóknir frá serligum fakbólkum, serliga læknum. Bertel Harder lovaði, at ein slík áheitan fór at verða viðgjørd sera skjótt, stendur í tíðindaskrivi frá føroyska løgmálaráðnum.
Annars er semja um, at somu reglur sum higartil skulu galda fyri onnur sløg av arbeiðsloyvum. Munurin er bara, at siðvenjan verður strangari fyri ólógliga arbeiðsmegi.