Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísir á, at á heimasíðuni hjá Fødevarestyrelsen í Danmark, www.foedevarestyrelsen.dk, undir linkinum »fødevarer« og síðani «privat indførsel«, standa nýggju reglurnar fyri innflutningi av matvørum til Danmarkar.
Reglurnar fyri Danmark
Sambært heimasíðuni eru reglurnar nú soleiðis, fyri mar antin í viðføri ella í pakka:
? Fisk og fiskavøru, íroknað t.d. turran og ræstan fisk, óavmarkað mongd.
Seyða? og neytakjøt og aðra matvøru, í mesta lagið 5 kilo.
Samsending av mati er loyvd. Tað vil siga, at tað er loyvt at senda fleiri pakkar til sama bústað. Treytirnar eru:
At ein váttan fylgir við pakkanum, har navn og bústaður á øllum móttakarum stendur á.
At hvør pakki í mesta lagi vigar 5 kilo.
At kjøtið er til egna nýtslu
Reglurnar fyri onnur ES-lond
Til onnur ES lond enn Danmark hava føroyingar ikki loyvi at taka føroyskar kjøtvørur við ella senda føroyskar kjøtvørur til. Best er at venda sær til myndugleikan í viðkomandi landi, sum tú ætlar at hava mat við ella senda mat til, og spyrja um reglurnar har.










