Hondbóltsreglur
Um leikarar ikki bera seg sømiliga at á vøllinum, verður hetta frá komandi kappingarári revsað enn harðari. IHF hevur seinasta árið roynt eina nýggja skipan við útvísingum í millum annað íslendsku kappingini, og hetta hevur hepnast somikið væl, at reglurnar frá 1. august verða settar í gildið.
Fýra fingrar
Nýggjur reglurnar innibera fyrst og fremst tvær stórar broytingar. Onnur er, at umframt at vísa leikarum tveir fingrar á vøllinum, fær dómaraparið nú eisini møguleika at geva leikara fýra fingrar. Hetta verður gjørt, um leikari á vøllinum mótmælir einari útvísing. Sostatt ræður nú bert um at akta og tiga.
Hin stóra broytingin er, at tað nú eisini ræður um hjá venjarunum og øðrum avvarandi at skikka sær betri. Í verandi skipan hevur dómarin møguleika at geva fólki á beinkinum gult og reytt kort, men framyvir kunnu eisini gevast tveir fingrar til hesi. Hetta virkar soleiðis, at um t.d. venjarin fær tveir fingrar, so skal ein leikari út í tveir minuttir, og so verður tað upp til venjaran at gera av, hvør hesin skal verða. Sostatt kemur revsingin fyri ósømiliga atburð á beinkinum nú harðari fyri liðið sum heild.
Sum nevnt, so hava reglurnar hetta kappingarárið verið royndar í Íslandi, áðrenn tær nú verða settar í altjóða gildið. Hetta við at royndarkoyra nýggjar reglur er vanligt í slíkum sambandi, og er hetta eisini nakað, sum verður nýtt innan eitt nú fótbóltin.










