Strandingar vunnu stórt

KÍF-StÍF 18-28 (8-15):
Kollfirðingar fingu ongantíð fatur í longra endanum, tá strandingar vitjaðu í gjár. Í staðin gjørdist úrslitið ein knúsandi StÍF-sigur

Tá KÍF tíðliga í kappingini einki fekk burturúr, stimaði StÍF avstað, men brátt vóru leiklutirnir umbýttir. Brádliga stóð fast hjá StÍF, ið ikki vann í mánaðir, meðan KÍF byrjaði at fáa stig og sigrar – ikki minst ímóti teimum liðunum, tey fægstu væntaðu tað.
Men dysturin í Kollafirði í gjár kundi fyri tað verið spældur í fyrsta landskappingarumfarinum, tí StÍF var so ruddiliga omaná, meðan KÍF einki formáddi sær. Longu beinanvegin sást, at kollfirðingar ikki fingu verjuna at rigga, og tí spurdist heldur einki burtur úr álopsspælinum.
Ein onnur orsøk til, at KÍF ikki fekk nakað burtur úr sínum álopum og skotroyndum, var málverjin hjá StÍF, Marian Cirluganescu, ið mestsum tók alt, hann fekk ímóti sær av skotum, umframt at hann hevði eina sterka verju framman fyri sær. Hann var ein livandi múrur og helst fremsta orsøkin til, at sjálvsálitið hjá kollfirðingum varð pilkað sundur.

Ráðaleysir
Strandingar høvdu toppskjúttan hjá sær, Cristian Preda, sitandi uttanfyri í gjár, og tað hevði kanska sítt at siga fyri spælið hjá StÍF. Kollfirðingar høvdu óivað gjørt seg út uppá, at honum skuldu teir ansa serliga væl eftir, men tá hann slett ikki spældi, tóktust teir ikki sørt ráðaleysir.
Samstundis spílaðu hinir á StÍF-liðnum seg bara enn meira út, so tí gjørdist skjótt greitt, hvønn veg tað bar í hesum dystinum. Eisini høvdu teir í StÍF lisið væl uppá, tí hvørja ferð KÍF royndi at seta ferðina upp og fáa gongd á sítt skjóta spæl, hálaðu strandingar stikkið úr og vístu, at teir ikki lótu seg lumpa.
Longu í hálvleikinum vóru sjey mál á muni, og í seinna hálvleiki økti StÍF spakuliga um leiðsluna, so talan altso gjørdist um ein sera tryggan – og ikki minni kærkomnan sigur – til strandingar, sum harvið smoygdu sær upp á triðjapláss, meðan KÍF dragnaði enn eina ferð og datt niður á fjórða plássið.