Strandingar tjena nógv meiri

Eisini í Fuglafirði eru inntøkurnar væl hægri, enn tær vóru fyri einum ári síðani

Felags fyri allar kommunurnar í Eysturoy er, at skattainntøkurnar eru hægri nú, enn tær vóru tveir teir fyrstu mánaðirnar í fjør.

Størsti vøksturin er í Sjóvar kommunu. Har eru inntøkurnar 9,74 prosent hægri nú, enn tær vóru tveir teir fyrstu mánaðirnar í fjør. Meirinntøkan er 502.314 krónur.

Næststørsti lutfalsligi vøksturin í Eysturoy er í Fuglafirði. Har eru skattainntøkurnar 9,12 prosent hægri, enn tær vóru tveir teir fyrstu mánaðirnar í fjør. Vøksturin er 993.885 krónur.

 

Í Nes kommunu er vøksturin 6,83 prosent ella 479.521 krónur.

Í Eiðis kommunu er vøksturin 5,62 prosent ella 178.021 krónur.

Í Runavíkar kommunu er vøksturin 4,42 prosent ella 1.045.094 krónur.

Í Sunda kommunu er vøksturin 3,23 prosent ella 311.827 krónur.

Í Eysturkommunu er vøksturin 1,86 prosent ella 217.879 krónur.