Hondbóltsfelagið á Strondum, St.Í.F. hevur nú tikið stig til at senda neyðhjálp til fólkini í teimum økjunum í Turkalandi, sum eru hart rakt eftir jarðskjálvtarnar hendan dagin. Høvusðvenjarin hjá St.Í.F., Berkan Otman, er úr Turkalandi og hann býr nú í Føroyum saman við konu síni, Manolya, og tveimum synum.
– Berkan hevur fleiri vinfólk í vanlukkuøkinum, sum eru rakt av sorgarleikinum; og hann hevur samband við vinfólk á staðnum, sigur St.Í.F. Tey siga, at tað er sera stórur tørvur á heitum klæðum til børn og vaksin, tí tað er so kalt um hesa tíðina, og óteljandi fólk hava mist hús og heim.
St.Í.F. hevur, saman við rumeniahjálpini á Strondum, pakkað tíggju stórar eskjur av klæðum, sum nú eru klárar at senda avstað við flogfari. Í eskjunum eru heit klæði, teppi, jakkar, sápa, og annað.
##med2##
Turkiska sendistovuna í Keypmannahavn skipar fyri, at hjálpin verður flogin sum skjótast úr Keypamannahavn til Turkalands og síðani flutt til vanlukkuøkini. Flutningsfelagið, Norlink, hevur átikið sær at flyta neyðhjálpina til Keypmannahavnar við flogfrakt sum skjótast. Neyðhjálpin fer úr Føroyum í hesi vikuni, og gongst sum ætlað, kemur hjálpin til tey neyðstøddu um fáar dagar.
Støðan í suðurturkalandi og har vesturi í Sýria er syndarlig. Fleiri enn 10.000 fólk hava higartil latið lív, og milliónir av fólkum er rakt av avleiðingunum av jarðskjálvtunumm, sigur St.Í.F. Formaðurin í St.Í.F., Rúni Rasmussen, sigur í einum boðum í hesum sambandi, at tey hava djúpa samkenslu teimum, sum eru rakt av syrgiligu støðuni.
– Okkara venjari er úr Turkalandi og hann hevur vinfólk, sum eru rakt jarðskjálvtunum. Hann hevur eisini vinir, sum ikki eru komnir afturíaftur, sigur hann.
– Vit í St.Í.F. gera eina roynd at hjálpa sum skjótast við heitum klæðum og saman við eskjunum hava vit sent eina heilsan á turkiskum, sigur hann