Strandingar hildu tørn

KÍF-stÍF-27-30 (10-14):
Strandingar vunnu á kollfirðingum í Vestmanna, men móti endanum var um reppið, at kollfirðingar fingu strandingar aftur

Hondbóltur, menn

Strandingar vístu ongan vælvilja móti kollfirðingum tá liðini møttust í dysti í Vestmanna sunnudagin. Strandingar gjørdu stutta prosess og vunnu dystin við 30 málum móti 27 eftir hálvleiksstøðuna 14-10.
Tað var longu tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, at strandingar høvdu lagt seg so mikið á odda, at teir kundu brúka orkuna um sítt egna spæla.
Tá tað er sagt mugu vit tó leggja afturat, at tá tað leið fram móti dystarenda var um reppið, at kollfirðingar komu inn aftur í dystin. Tí tá tað restaðu seks minuttir fingu kollfirðingar tveir gyltar minuttir, har teir minkaðu um munin úr 23-29 til 27-29, men so var orkan uppi. Strandingar fingu seinasta málið og dysturin endaði við 30-27 sigri til strandingar.

Enn eina roynd
Dysturin í Vestmanna hevði ongan týdning fyri strandingar, men fyri kollfirðingar hevði hann so mikið nógv at siga, at vunnu teir, sluppu teir av niðastu rók. Hetta lítið unniliga plássið hevur verið teirra nú í eina tíð og sjálvt um tað einki kostar at liggja har, hevur tað sálarligan týdning fyri kollfirðingar at sleppa upp á næstaftasta pláss í landskappingini.
Tað eydnaðist ikki í fyrsta umfari, men teir fáa enn ein ? og tað verður eisini tann allar seinasti í ár ? møguleika afturat í ár. Tað verður tá teir skulu vitja hoyvíkingar næsta leygardag og tað er mikið passandi, at hesi bæði liðini bresta saman. Tey liggja á teimum báðum niðastu plássunum við einum stigi ímillum, og tað merkir, at vinna kollfirðingar fara teir fram um, men tapa teir, vera teir liggjandi har teir eru.
So boðini eru greið og tað eru tey eisini hjá hoyvíkingum, sum, hóast teir hava eitt gott og ungt lið, ikki hava staðið seg so væl í ár.

Neistin næstu ferð
Hjá strandingum er árið eisini liðugt, men teir hava enn ein setning at greiða. Teir sleppa nevniliga at vera við til at gera av, hvør skal gerast Føroyameistari í manshondbólti í ár, og verið vís í, at henda leiklut taka teir í fullum álvara.
Neistin kemur inn á Skála at vitja og eru strandingar líka uppsettir móti Neistanum sum teir vóru móti VÍF, so verður talan um ein branddyst. Nú eiga teir ikki einasta orðið í hesum máli, tí vestmenningar skulu sjálvir spæla móti Kyndli og tí verður ein partur av stríðnum avgjørdur har.
Samanumtikið kunnu vit tí siga, at vit eiga enn eitt spennandi hondbóltsvikuskiftið á í ár, og tað fara vit at njóta ...

Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
KÍF: Durica Tomic 6 (3), Jákup Dam 6 (2), Eddie Joensen 5, Regin Petersen 4, Kristian Madsen 4, Petur M. Poulsen 1 og Hallur Hansen 1
StÍF: Alexandur Johansen 7, Costin Dumistrescu 6 (3), Artur Johansen 6, Jón Rasmussen 5, Bent Djurhuus 4 og André F. Danielsen 2
Brotskøst: KÍF 7, StÍF 3
Útvísingar: KÍF 5, StÍF 4