Neistin-StÍF 23-29 (12-14)
Hondbóltur
Eftir at vit nú í nakrar vikur, hava havt høvi at síggja hondbólt á einum fyri okkum óvanliga høgum støði, er gerandisdagurin nú aftur komin hjá teimum hondbóltsáhugaðu.
Landsliðini, sum hesar vikurnar hava trampað runt á hallargólvinum vóru mikukvøldið skift út við mansliðini hjá Neistanum og StÍF, sum skuldu avgreiða fyrru hálvfinaluna sínámillum. Annars vóru tað somu lið, sum í fjør hittust í hálvfinaluni, men meðan Neistin vann tað ferðina, so tykist tað nú sum um strandingar eru væl ávegis at fáa sína hevnd.
StÍF meira breidd í
Tað kann verða sagt beinan vegin, at sigurin hjá StÍF var uppiborin. Ikki tí at munurin á liðnum var so øgiliga stórur, men strandingar høvdu lítla pettið meira at geva enn heimaliðið. Tað lítla pettið, sum so ofta vísir seg at gera av, hvønn veg dysturin skal koppa.
Tað sást kanska ikki so nógv til hesar lítlu munir fyrstu løtuna, men tað skuldi gerast alt meira greitt, at talan var um munir. Eitt nú tykist breiddin í álopsspælinum hjá strandingum at vera væl størri, enn hon er hjá neistaliðnum. Kanska løgið, tá Neistin hevur ein av allarbestu miðslpælarunum í landinum, men hinvegin tykist ikki, sum um Jacobn longur megnar at stýra so nógv, sum hann hevur evnini til.
Fyrsta stóra partin av dystinum varð íslendingurin ofta tikin út á beinkin, serliga í verjupartinum, og varð hetta allarhelst gjørt fyri at minka um orkunýtsluna. Í hansara stað royndu neistavenjararnir seg í nøkrum førum við Áka Mørk, men fyri tað mesta við nýggja dananum á liðnum, Rune Møller.
Um hendan seinasta er annars at siga, at tað væl kann vísa seg at vera góður fongur hjá Neistanum, at hava fingið hann á liðið. Hóast hetta var fyrsti veruligi dystur hansara við felagnum, so sýndi hann onkrar góðar taktir í spæli sínum. Hann tykist hava hug at stýra viðleikarum, hevði onkra væl sædda fríspæling, og skotstyrkin tykist eisini vera í lagi. Hinvegin merkti manglandi innspælingin á liðnum, at samanhangurin í spælinum onkuntíð hvarv ? bæði í álops- og verjupartinum.
Mál av veinginum
Strandingar hava aftur í ár flestu av væl kendu andlitunum á liðnum, men serliga tóktust tað vera tveir leikarar, sum skaraðu framúr í dystinum mikukvøldið.
Marius Joensen gav fleiri ferðir royndir um, hví hann er vorðin ein av føstu lutunum á manslandsliðnum. Ferð var á spæli hansara, og bæði í álops- verjupartinum royndist hann sera drúgvur.
Eisini má tað metast sum sera góður fongur hjá strandingunum, at John Petersen valdi at taka innanduraskógvarnar fram aftur hendan veturin. Í verjuspælinum er hann liðnum ein sera hollur stuðul, og gevur hann har umframt eisini Arturi tíð at hvíla seg millum álopsroyndirnar. Í álopspartinum varð hann ikki eins nógv nýttur, men tá hann fær møguleikan liggur hansara partur so avgjørt ikki eftir, og so dugur hann nakað, sum fáir aðrir føroyskir leikarar megna. Hóast høgrahandaður so fær hann skorað av høgra veingi, og skal metast eftir landsliðnum, er hetta í øllum førum ein saknur í føroyskum manshondbólti.
Høvdu tamarhald á
Um dystin sjálvan er annars at siga, at tað vóru strandingar, sum vóru frammanfyri allan dystin á tamb. Munurin millum liðini var tó ikki hin stóri undan steðginum, men eftir at gestirnir togaðu seg fýra mál fram um beint eftir steðgin, tóktust teir hava tamarhald á støðuni.
Neistin royndi fleiri ferðir eftir hetta at taka leiðsluna aftur, men tað tóktist hvørja ferð, sum um takið kostaði ov nógvar kreftir, og so rykti StÍF aftur. Vónin hjá Neistanum fyri einum møguleika í seinna dystinum mundi tó tendra nakað, tá teir seint í dystinum minkaðu niður í trý, men enn eina ferð gjørdu strandingar bart. Trý mál á rað tryggjaðu seks mála sigurin, og tískil kundu strandingarnir fara av vøllinum við vissu um, at teir hava allar trumfirnar á hondini, tá returdystirnir skulu spælast komandi týsdag.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Neistin: Ári Rouch 5(3), Rune Møller Jensen 4, Jacob Jónsson 4, Áki Mørk 4, Kári Mortensen 3(1), Ræni Slættanes 1, Ragnar Zachariassen 1, Jákup Sverri Kass 1(1)
StÍF: Artur Johansen 6(4), Marius Joensen 6, John Petersen 4, Kristian Petursson 2, Bent Djurhuus 2, Costin Dumitrescu 2, Andre Danielsen 1
Brotskøst: Neistin 6, StÍF 4
Útvísingar: Neistin 1, StÍF 1
Dómarar úr H71/Kyndli: Petur S. Dahl og Gunnar Gregoriusen. So avgjørt ikki teirri besti dagur, og feildómirnir vóru fleiri í tali. Alt hetta fall tó báðar vegir, so avgerandi fyri dystin vóru teir á ongan hátt, og ivaleyst verður avrikið betri næstu ferð.