Strandingar gjørdu skjótt av

Tað var eingin slingur í valsinum, tá strandingar vóru vertir fyri tjaldursmonnum mikukvøldið. Dysturin varð longu avgjørdur eftir hálvum hálvleiki, og eftir hetta var spruningurin bara um støddina á sigrinum

StÍF-Tjaldur 31-22 (18-8)


Ikki var annað væntandi, enn at StÍF skuldi vinna ein tryggan sigur, tá runavíkingar mikukvøldið fóru vestur um fjørðin at avgreiða grannauppgerðina.

Alt árið hava strandingar verið við til at mynda toppin á stigatalvuni, meðan tjaldursmenn alla tíðina hevur verið at sæð í hinnum endanum.

At StÍF samstundis kundi koma ájavnt vestmenningum á stigatalvuni, um tvey stig vórðu fingin til høldar viðførdi helst eisini, at leikararnir tóku uppgávuna í nóg stórum álvara, soleiðis at mistakið hjá vestmenningunum ikki varð endurtikið.


Avgjørt beinanvegin

Tað var eisini rættuliga skjótt greitt, at StÍF veruliga ætlaði sær stigini mikukvøldið. Tjaldur var á odda 1-0 og 2-1, men eftir hetta gekk bert tann eina vegin.

Johan Danielsen tók sær av tí, sum varð sent eftir honum, meðan álopini oman móti tjaldursmálinum gingu við tí rúkandi ferð.

Tá góður helmingum var farin av fyrra hálvleiki var støðan sostatt 12-3, og strandingarnir fóru nú at taka sær eitt sindur av løttum.

Allan seinna hálvleik mundi størsti spurningurin vera, hvussu stórur munurin millum liðini bæði skuldi gerast.

Venjarin hjá StÍF, Jónleif Sólsker, nýtti eisini høvið til at geva fleiri av minni royndu leikarunum møguleikan at royna seg, og komu teir allir bara heilt væl frá uppgávuni.


Ferð komin á aftur

Størsti spurningurin eftir dystin man helst vera, um tað nú veruliga er komin ferð á aftur hjá StÍF. Liðið hevur verið í einum lítlum aldudali síðani á jólum, men sigurin á VÍF prógvaði tó, at teir ikki eru so lættir at syfta kortini.

Helst er talan um reaktión upp hørðu venjingina fyrr í heyst, tá europ-cup hondbóltur stóð á skránni.

Í øllum førum sóu áskoðararnir í fyrra hálvleiki nakað av tí hondbóltinum, sum seinasta ár gav liðnum meistaraheitið. Serliga í álopspartinum gekk skjótt fyri seg, og stórur partur av málunum fyrsta hálva tíman vórðu skotin eftir skjótálop, har mótstøðuverjan ongan møguleika hevði at skipa seg, áðrenn skotið varð.

Um formkurvan veruliga er farin at peika rætta veg, fara komandi dystirnir at vísa, men fyri fyrst fáa leikararnir eina tiltrongda hvíld í knappar tríggjar vikur, við tað at tvey frívikuskifti nú standa fyri framman.


Dysturin í tølum:

Málskjúttar:

StÍF: John Petersen 7 (2), Bent Djurhuus 5, Artur Johansen 5, Jónleif Sólsker 4 (1), Sveinbjørn Poulsen 4, Kristjan Peturson 2, Alexandur Johansen 1, Leivur Justinusen 1, Marius Joensen 1, Pauli Hansen 1

Tjaldur: Tummas Magnussen 7, Suni F. Johannesen 6, Sverri Justinussen 3 (2), Mortan Hansen 2, Dia Lamhauge 1, Ken Bærentsen 1, Arngrímur Arngrímsson 1, Arnfinn Langgaard 1

Brotskøst:

StÍF 5, Tjaldur 3

Útvísingar:

Tjaldur 1

Dómarar úr VÍF:

Alfred Hummeland og Erling Olsen