Strandingar aftur farnir at taka síl

- Tað er eitt sindur trupult í tíðum sum hesum at manna seg aftur, tá langir steðgir hava verið, sum tað nú einaferð er í hesi vinnu. Á einum sláturvirki, sum tekur sær av alifiski, verður tøkan eitt sindur samantrýst, og nøkur fólk leita sær aðrastaðni, tá steðgir eru, sigur stjórin á Viking Seafood, sum kortini ikki letur so illa at, nú tøkan av sílum er byrjað aftur

Alivinna

 

Á Viking Seafood, sum er fyrrverandi Bátafisk á Strondum, tóku tey í morgun tey fyrstu tonsini av sílum til sláturs. Hetta eru síl hjá P/F Týggjará, sum hevur aling á Kaldbaksfirði.

 

Lagalig byrjan

Brandur Jacobsen hevur verið stjóri á Viking Seafood, síðan virkið byrjaði sum sláturvirki til laks og síl í ár 2000.

- Vit byrja við 20 tonsum í dag, og síðan fáa vit at síggja, hvussu støddin av tøkuni verður um dagarnar. Sílini verða kruvd, vaskað og pakkað. Ein partur verður ísaður feskur, og ein partur verður avhøvdaður og frystur.

Á Viking Seafood taka tey sær eisini av søluni, og frystu sílini fara í fyrsta lagi til Asiu, Japans og Ruslands.

- Vit taka okkum av søluni, og vit hava eisini aðrar, sum selja fyri okkum, sigur Brandur Jacobsen.

 

Støðugt arbeiði

Stjórin sigur, at ætlanin hjá Viking Seafood er at taka síl restina av hesum árinum, og hann væntar, at arbeitt fer at verða á virkinum at kalla hvønn yrkadag.

- Umframt sílini á Kaldbaksfirði, hava vit eisini 400.000 síl svimjandi út fyri Øravík, sum skulu takast seinni í ár.

Tað eru feløgini, Viking Seafood, Týggjará og Funningslaks, sum standa aftanfyri alingina og sláturvirki, og sentrali parturin í øllum hesum virksemi er Havsbrún í Fuglafirði.

Feløgini hava eisini síl og laks svimjandi aðrastaðni, eitt nú á Funningsfirði og á Gøtuvík.

 

Steðgir eru

Vit spurdu eisini Brand, hvussu tað hevur hepnast hjá Viking Seafood at manna seg aftur, nú sláturvirksemið hevur ligið stilt síðan við ársenda.

- Tað er sjálvandi eitt sindur trupult í tíðum sum hesum at manna seg aftur, tá ið langir steðgir eru, sum tað nú einaferð er í hesi vinnu. Á einum sláturvirki, sum tekur sær av alifiski, verður tøkan eitt sindur samantrýst, og nøkur fólk leita sær aðrastaðni, tá vit einki hava at bjóða teimum.

Men kortini letur stjórin ikki so illa at.

- Vit hava brúk fyri umleið 20 fólkum, harav størri helmingurin eru kvinnur.

 

Kjarnan eftir

Brandur Jacobsen sigur, at tað hevur eydnast teimum, nú tey fóru í gongd aftur í morgun, at varðveita kjarnuna, sum hevur verið grundarlagið undir arbeiðsgongdini.

- Vit hava ikki fingið øll fólkini aftur, men tað hevur stóran týdning fyri okkum, at nøkur roynd fólk eru við aftur. Tað er sjálvandi lættari at byrja aftur við fólki, sum hava arbeitt við hesum áður, sigur hann.

Flestu av teimum, sum arbeiða hjá Viking Seafood, eru úr økinum á vestara armi á Skálafjørðinum.

- Vit eru farin í gongd aftur við góðum treysti, sigur Brandur Jacobsen, stjóri á Viking Seafood.