Strandferðslan: Vandi fyri fleiri avlýsingum

Vandi er fyri, at Smyril fer at avlýsa túrar hesar næstu dagarnar

Vandi er fyri, at Smyril fer at avlýsa túrar hesar næstu dagarnar.

 

Tað staðfestir Jens Petur Brattalíð,  ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni.

 

Hann sigur frá rættiliga nógvum vindi av útsynningi og vestri hesar næstu dagarnar, heilt upp í 24-25 metrar um sekundið, men sum heild sigur hann frá 19-21 metrar um sekundið.

 

Tað verður ikki fyrrenn sunnunáttina, at vindurin hæsar av aftur.

 

Smyril hevur mist ein motor av teimum fýra, hann hevur og tað ger motororkuna at manøvrera innanfyri Molan í Havnini, avmarkaðar

 

Og nettupp vesturættirnar eru ringast at fáast við.

 

Í morgun var útsetti Smyril fráferðina av Krambatanga ein hálvan tíma, tí vindurin at koma inn í Havn, var so nógvur.

 

Í týskvøldið mátti sleipibáturin, Pressarin, hjálpa Smyril frá bryggju í Havn, tveir tímar seinkaður, og bæði sunnudagin og mánadagin, mátti Smyril leggja túrar burtur ímillum av vindi í Havn.

 

Jens Petur Brattalíð sigur, at Smyril hevur kannað um tað ber til at brúka aðrar havnir, men hann veit um, at í Havnini í Kollafirði hevur ikki verið pláss.