Strandferðslan skal aldrin leggjast aftur av verkfalli

Johan Dahl gevur samráðingarfólkunum greið boð í morgun

- Eg kann slett ikki liva við, at Strandferðslan aftur verður løgd av verkfalli.


Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaðurin í vinnumálum.

 

Tað var Bjørt Samuelsen, tingkvinna, sum reisti málið í Løgtinginum í morgun og hon vildi hava at vita, hvat hendan samgongan hevur gjørt fyri at loysa trupulleikan, at Strandferðslan verður løgd javnan og savnan av verkfalli.

 

Jphan Dahl hevur ábyrgdina av Strandferðsluni, men hann ger greitt, at tað er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, sum hevur ábyrgdina av sáttmálasamráðingunum.

 

Men Johan Dahl ger greitt, at hann fer undir ongum umstøðum at góðtaka, at Strandferðslan verður løgd aftur av verkfalli.

 

Hann sigur, at hetta er eisini ein spurningur um trygd, tí tá ið verkfall er, taka fólk til onnur ráð og fara um firðir og sund við smábátum.

 

Og av tingsins røðarapalli hevði hann eini greið boð til partarnir, sum nú sita í Skálavík og samráðast um Strandferðsluna:

 

- Eg vóni, at teir síggja álvaran og finna eina loysn á hesum, sigur Johan Dahl.

 

Og hann ger enn einaferð greitt, at eydnast tað ikki, fer Løgtingið at leggja upp í og tryggja, at Strandferðslan ikki verður løgd.

 

Tinglimir føra fram, at hetta er ein spurningur um pengar og summi fýlast á, at onki er hent í málinum, hóast tað hevur verið tosað um hetta í eitt mannaminni.

 

Bjørt Samuelsen spurdi, hvat hendan samgongan hevur gjørt við málið, men tað fekk hon onki svar upp á og hennara niðurstøða er sostatt, at samgongan hevur ikki raðfest málið.